Lagnunnar býli

Orð og lag: Holgar Jacobsen
Viðmerking: Tekstrin er skrivaður við íblástri av veruligari hending í Sørvági fyri árum síðani.

Og lagnunnar býli so tómt og kalt stendur tú
rópan av ræðslu var aðalmáli títt
múrar í fjaldu tín skaðandi serk
deyðaangist í dreiv út títt skakandi verk.

Og lagnunnar býli ei altíð so tómt sum nú
synir og døtur burturoyddi tú
eingin teg kendi, føldu bert tín mátt
neistan har tú kveikti, birti stóran brand.

Og lagnunnar býli vit síggja ikki meira teg
farin í vindin og ond tín helst sama veg
eingin enn teg kennir, vit leggja neyvan í
deyðseingil í fjalir, goymur helst teg

FavoriteLoadingGoym tekstin