Land mítt har grasið í líðum grør

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hans Arvesen

Land mítt har grasið í líðum grør,
og sólin skínur á bláan fjørð,
og roykur upp yvir tekju fer,
og flóðin fløðir um sand og sker.

Her ferðast seyður um ups og ás
av brøttum tindi í fjørurás,
her er so vakurt eitt vetrarkvøld,
tá sett er loftið við stjørnufjøld.

Og um eg fari í onnur lond,
mín hugur dregur at heimastrond
til tindafylgið og brøttu skørð,
til grønar líðir og bláan fjørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin