Langa leið vit í lívi saman

Orð: Petur William Háberg
Lag: Ókendur (Every step of the way)

1. Langa leið vit í lívi saman
fylgst hava glað lið um lið –
tvey í álvara, tvey í gaman,
ár eftir ár, stig um stig!
Vit møttust í ungdómsins morgunljósu tíð,
vit hildu saman gjøgnum lívsins stríð!
Eydnuløtur
um sólskinsgøtur,
sæla um blómandi líð.

2. Sjáldan falla bert leiðir lættar
menniskjabørnum í lut,
saman gingu vit gøtur brattar,
okkara álit var Gud.
Hann signingar sendi og náði lýsa læt,
hann gávur gav og legði stútt afturat.
Trúgvin bjarta
gav frið, so hjartað
vónloysisgrát aldri græt.

3. Barnaleikurin hevur ljóðað,
glymjandi ljómur var tað.
Trúgv og tolin tú skapti, góða,
friðsæl eitt samfalsins lag.
Um bak nú er farið várt hádags æviskeið,
vit stíga inn á leið, vit kenna ei.
Harrin gævi,
vit alla ævi
fylgjast á Hansara leið!

FavoriteLoadingGoym tekstin