Eg langa tíð livdi í myrkri og synd

Orð: Philip P. Bliss
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg langa tíð livdi í myrkri og synd,
eg dreiv sum eitt vrak fyri veður og vind,
eg hoyrdi um Gud, men eg kendi hann ei,
tó rópti eg til hann, tá trong var mín leið;
eg kendi hann ei,
nei, eg kendi hann ei,
eg rópti til Gud, men eg kendi hann ei.

2. Eg hoyrdi um frelsuna ferð eftir ferð,
um Jesus, sum deyður og upp risin er;
eg hómaði ljós, tó ei klárt eg tað sá,
og fór tá at vóna, at hjálp var at fá,
ei klárt eg tað sá,
nei, ei klárt eg tað sá,
men vónaði tó, at ein hjálp var at fá.

3. Áh, lívsæla stund, tá ið Jesus eg fann
og lærdi at líta á hann, bert á hann!
Hann kallaði á meg og dró meg til sín,
eg vóni ei longur, eg veit, hann er mín;
eg veit, hann er mín,
ja, eg veit, hann er mín,
eg vóni ei longur, eg veit, hann er mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin