Langt burt frá Gudi eri eg

Orð og lag: William J. Kirkpatrick
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Langt burt frá Gudi eri eg,
men eg komi heim.
Mín synd so sára nívir meg,
Gud, eg komi heim.

Niðurlag:
Komi heim, komi heim,
heim til gleði, gleim.
Tak í náði móti mær,
Gud, eg komi heim.

2. Mong ár eg burtur havi spilt,
men eg komi heim.
Eg veit, tú fyrigeva vilt,
Gud, eg komi heim.

3. Meg troytta syndarinnar kor,
men eg komi heim.
Tí líti eg nú á títt orð,
Gud, eg komi heim.

4. Eg veit, mær nýtst títt dýra blóð,
nú eg komi heim.
Meg tváa hvítari enn snjó,
Gud, eg komi heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin