Langt burt frá Gudi eg viltist

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen, 1916–1996}.

1. Langt burt frá Gudi eg viltist,
longri hvønn dag, ja, hvørt ár,
hjartað av ófriði fyltist,
kendi sítt syndasár.
Fremmandur Gud var fyri mær,
ókend mær himmalsins sæla var,
átti ei í hans lívi lut,
var uttan vón, uttan Gud.

2. Men so um Jesus eg hoyrdi,
hvussu hann synd mína bar,
at ongan frá sær hann koyrdi,
sum syndatyngdur var.
Kærleiki hans mítt hjarta vann,
dró meg júst so sum eg var til hann,
tætt til sín barm hann legði meg –
vilstur, men funnin varð eg.

3. Tá fyltist hjartað við gleði,
tá fann eg fullkomnan frið.
Drigin av kærleikans megi,
hvíli eg við hans lið.
Vinur, sum burt ert vilstur enn,
reis teg, kom heim og hans náði kenn.
Tá fyrsta gleðin byrja kann. –
Æru og prís fái hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin