Langt burt frá øðrum londum

Orð: Gulak Jacobsen
Lag: Svenskt fólkalag / Ack Värmeland, du sköna

Langt burt frá øðrum londum – og báran gongur brøtt –
ein oyggjaflokkur samlaður man finnast;
har kanst tú síggja líðir, har kanst tú síggja fløtt,
og grasið grør frá egg til dalin innast;
og fjøllini tey reisa seg ímóti himli høgt,
ei annað eygað skoðar, er tað enn bjart og gløgt,
enn hav og himmal – landið tað er Føroyar.

Um tú vilt geva gætur, vilt tú verða varur við
mangt gott og vakurt millum fjals og fjøru;
tær oyggjar rætt sum systrar, ja allar lið um lið,
so vinaliga líta hvør mót øðru.
Har kanst tú finna hvítan sand og bratta meitilberg,
hvar lomvigi og lundi geva fólki hold og merg,
tí djarva fólk´, sum hevur heim í Føroyum.

Vit, sum í Føroyum fingu dagsins ljós at sjá,
sum børn við móðurbarm har mundu hvíla,
vit vilja, meðan vit eru hesum foldum á,
tær oyggjar elska bæði nú og síðla.
Tí, sig mær, kanst tú finna so hugnaligt eitt orð,
um tú tín tanka vendir í sunnan og í norð,
sum føðiland, og okkum er tað Føroyar.

Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú festir búgv,
ber altíð títt føðiland í minni;
tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv,
er rótleysur stelkurin hin stinni.
Bið gott yvir fólkið av fornari ætt,
sum Guð hevur givið so dýran ein skatt:
At liva við friði í Føroyum.

FavoriteLoadingGoym tekstin