Langt burtur frá Gudi eg gekk einaferð

Orð: Victor Danielsen
Lag: Rasmus Nielsen

1. Langt burtur frá Gudi eg gekk einaferð,
í myrkrinum bundin eg lá,
sum vrakið á havinum hjálparleyst er
í syndini deyður var tá.

Niðurlag:
Áh, Jesus, takk, at tú
ert ljós hjá mær nú!
Ja, frelsa ert tú vorðin mær;
mín sál, sum friðleys gekk,
í tær hvílu fekk –
ja, Harri, eg vil takka tær!

2. Áh, undurfull náði, at ljósið upp rann,
hitt ljós, sum eg fyrr kendi ei!
Áh, kærleiki stórur og djúpur, at hann
her niður til krossdeyðan steig!

3. Mín æra er nú at viðkennast hans navn
og vitna um friðin, eg fann,
inntil eg skal ankra í Himmalsins havn
og ævigt har tilbiðja hann.

4. Gev, Jesus, at mangur má síggja sum eg
tín kross og títt frelsandi blóð,
at mangur má frelsast í trúnni á teg,
sum stendur, har eg eitt sinn stóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin