Langt burtur, við Jerúsalem

Orð: Cecil Frances Alexander
Lag: George Coles Stebbins, William Horsley, John Henry Gower
Týtt: Victor Danielsen

1. Langt burtur, við Jerúsalem,
ein myrkur heyggur er,
har hekk mín Gud og Frelsari
krossfestur einaferð.

Niðurlag:
Tú elskaði, tú elskaði!
Áh, lær meg elska teg
og liva tær til æru her,
sum doyði fyri meg!

2. Ei sigast og ei fatast kann
tann kvøl, ið har hann bar;
eg veit bert eitt, at fyri meg
hann varð krossfestur har.

3. Ja mær hann keypti náði har,
og mær hann keypti frið,
eitt stað hjá sær í Himlinum
við sína høgru lið.

4. At sløkkja út Guds vreiðield,
sum móti okkum brann,
og lata himmaldyrnar upp,
tað kundi eina hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin