Langt frá Gudi, langt frá Himli

Lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Langt frá Gudi, langt frá Himli
gekk eg einaferð
sum eitt lamb, ið burturvilst í
oyðimarkir er;
men hin góði Hirðin, Jesus,
søkti eftir mær
og úr neyð og vanda meg á
herðum sínum bar.

2. Mína synd hann fyrigav mær,
tók meg í sín favn,
til tey stillu vøtn hann bar meg,
leiddi meg í havn;
nú hans náði allan dagin
sól og gleði er,
og á nátt hans einglavakt mær
trygd og hvílu ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin