Langt, langt frá Gudi sum trælur eg lá

Orð og lag: Johannes Granberg
Týtt: Victor Danielsen

1. Langt, langt frá Gudi sum trælur eg lá,
kendi ei náðina;
fríur eg varð, tá ið Jesus eg sá
bløða á Golgata.

Niðurlag:
Signaða Golgata,
signaða Golgata,
har bøtt fyri synd varð, út strikað mín skuld –
signaða Golgata!

2. Frígjørd av honum mín sál syngur glað:
Æra, halleluja! –
Ja, henda nýggja og lívsæla dag
syngur um Golgata.

3. Andan sum innsigli gav hann og pant,
tá ið hann fekk mítt ja;
at honum sjálvum hans hvíla meg bant –
hvílan við Golgata.

4. Skjótt skal hann koma – ta vón eigi eg –
taka heim brúðrina,
og tá við Himmalsins heri skal eg
syngja um Golgata.

5. Kom, kæra sál, tú, sum útveg ei sær,
kom og kenn náðina!
Jesus, hann syndina, straffina bar
hin dag á Golgata.

Niðurlag:
Boygg teg við Golgata,
boygg teg við Golgata,
har bøtt fyri synd varð, út strikað tín skuld –
boygg teg við Golgata!

FavoriteLoadingGoym tekstin