Langt síðan í fyrndini

Langt síðan í fyrndini
ein lítil drongur var,
alt, sum hann átti, glaður hann
til Harran Jesus bar.

Fimm breyð hann átti, fiskar tveir,
sum hann lat Jesus fá.
Við teimum mannfjøld mettað varð,
ja, bæði stór og smá.

Um lítlan tit so kalla meg
– eitt barn bert eri eg –
so veit eg tó, at Jesus, hann
kann brúka slík sum meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin