Lat bert kuldan fjala fold

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um jólahalguna 2009.

Lat bert kuldan fjala fold,
lív tó sprettur undir mold.
Fyri framman degnar dagur
– aldingarður undurfagur.

Lat bert myrkrið hylja meg,
Jesus, bert eg tekki teg,
krossin tín í myrkri svarta
og hin páskamorgun bjarta.

Á, tann undursama stund,
tá ið skelvur deyðans grund;
andin kemur, muður mælir,
– knak og brak um deyðans dalir.

Tá Guds sonar veldisrødd
blæsur lív í endurfødd,
so í heimsins kirkjugarði
rísur upp hin stóri skari.

Ævigt lív á nýggju jørð,
lívsins træ í staðnum grør.
Lovsongur frá frelstum sálum.
berst á ymsum tungumálum.

Gævi, Gud, tú okkum øll,
savnar har í himnahøll.
at vit trúarmál várt náa,
ævigt lív av náði fáa.