Lat birtast upp eina gleðistund

Orð: Jákup Dahl
Lag: Vísulag (Lívligt er á bønum í dag)
Viðmerking: Yrktur í 1902 til fólkafund á gamla tingstaðnum Uppi millum Stovur í Øravík

1. Lat birtast upp eina gleðistund,
dreingir og menn,
vit samlast her á forna fund,
tí móðurmál várt tað ljóðar enn.

2. Tað hoyrdist her í fornu tíð,
frítt var tað tá,
vár hjartatolkur í frið’ og stríð’,
ei annað mál kendist landi á.

3. Við tingstein og við harraborð,
við kirkjustól,
tá hoyrdust málsins heimligu orð,
tí átti tað egið heiðursból.

4. Í langa tíð tað órøkt fekk,
virdist ei hátt,
men tó tað ei til grundar gekk,
tí í sær tað átti sterkan mátt.

5. Nú nøridst hitandi lyst í oss,
dreingir og menn,
at leita fram á gomul pláss
og vita, um mál várt dugir enn.

6. Og rudda so ta gomlu grund,
byggja upp nýtt heim,
so móðurmálið á hvørji stund
kann ráða í egnu borg við gleim.

FavoriteLoadingGoym tekstin