Lat ei hjartað óttast

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: J.C.H. og V.A. White
Týtt: Victor Danielsen

1. Lat ei hjartað óttast!
Eg tær standi hjá;
lyftið sum ein stjørna
lýsir himli á.
Gjøgnum myrkrið tóna
lyfti hans so sæl:
Eg ei fari frá tær,
aldri eg sleppa tær skal.

Niðurlag:
:,: Eg sleppi tær ei,
eg sleppi tær ei!
So hans lyfti ljóða:
Aldri eg sleppi tær, nei! :,:

2. Rósur fagrar følna,
blómur doyggja brátt,
sólin bjarta setur,
dagur verður nátt;
Jesus, Sarons rósa,
aldri følna kann,
Jesus, hann, mítt sólskin,
aldri mær sleppa vil hann.

3. Gøtan ókend er mær,
vandar hótta her;
eg tó ei vil óttast,
Jesus hjá mær er,
friður flýtur til mín
Jesu hjarta frá,
orð hans til mín ljóða:
Altíð eg eri tær hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin