Lat ei mótið falla bróðir, systir

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Lat ei mótið falla bróðir, systir,
lyft títt høvur, Jesus kemur skjótt!
Um tær stundum tókti at Hann drálar,
roknar Harrin túsund ár ein dag!

Niðurlag: Við Yvireingils rødd og Guðs Basún
Brúðgómurin kemur!
Má búgvin eg vera at møta Honum tá!

2. Skunda tær at rista dustið av tær,
Zions dóttur, Brúður Jesu Krists!
Brúðarkyrtilin má reinur vera,
annars hevur tú tín lut har mist!

3. Skjótt er henda royndartíð at enda,
Jesus segði: Bert ein stokkut stund
og so komi Eg til tykkum aftur,
ævigt vit tá halda gleðifund.