Lat, o Guð, tín einglaskara

Orð: Grundtvig
Týtt: Mikkjal á Ryggi

Lat, o Guð, tín einglaskara
tíni smáu børn væl varða!
Fyrigev oss alt tað illa,
lat ei synd várt hjarta spilla.
Hjálp, at her vit á teg trúgva,
leið oss heim til tín at búgva,
fegnast har við einglafavn!
Hoyr ta bøn í Jesu navn!

FavoriteLoadingGoym tekstin