Lat Jesus leiða

Lat Jesus leiða
teg fram á lívsins veg;
lat Harran eiga
tín hug og allan teg!
Í hvørjum verki,
í orðum og í gerð
Guðs bjarta merki
við trúgv og treysti ber;
tín faðir sterki
tá signar tína ferð.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin