Lat meg altíð sjá teg, Jesus

Orð: Jonas Pettersen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur 11. februar 1966.

Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
set meg tætt hjá tær,
so at tíni dýrdar eygu
líta móti mær.

Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
framman fyri mær,
so at tíni møddu eygu
líta bert at mær.

Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
doyggja fyri meg,
so at rættvísur og sælur
– ogn tín eri eg.

Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
talandi við meg,
so at eg í tínum orði
altíð síggi teg.

Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
nú í hesi stund.
Hell tín Anda, lat meg sjá teg
– mína frelsugrund.

Lat meg altíð sjá teg, Jesus,
– og í deyðans nátt!
Sælur skal eg síðan sjá teg
innan himins gátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin