Lat meg ei villast frá tær

Orð og lag: Sofus Hansen
Viðmerking: Yrktur á Norðskála 21. juni 2015.

1. Lat meg ei, villast frá tær,
Harri kæri, verð tú mær nær.
Kærleikin tin, er vísdóms lykt,
har samfelag títt, er ljós og trygt.

2. Ljósið sjálvur tú er, á Harri,
undurfult, eg skoða teg nærri.
Lat meg hvíla, nærri hjá tær,
undurfult eg skoði teg Harri.

3. Í lítla hjarta mínum, eg søki teg,
eins og Hann er ljós, á mínum veg.
Lat meg ei villast, burt av tínum veg,
lat meg liva í ljósi, Harri eg elski teg.

4. Samfelag títt, er ljóst og trygt,
kærleiki tín, er vísdómsins lykt.
Lat meg ei villast, av tínum veg,
kæri Harri ei skal svíkja teg.