Lat meg liva

Orð og lag: Blátt Gras

Lat meg liva tá stormarnir ýla.
Lat meg liva tá sólin sær.
Lat meg liva um fjøllini dvína.
Lat meg liva tá lívið lær.
Tí eg livi tá tú ert hjá mær,
í ljósi av kærleikanum.
Eg livi og sálin styrki fær
eina, eina hjá tær.

Lat meg enn eina ferð sita
Og hvíla meg við barmin tín.
Lat meg kenna tín hita,
lat meg vita, at tú ert mín.

Lívið er okkara gáva.
Lívið er títt og mítt.
Vit liva hóast vit snáva,
tí at vit byggja nýtt.
Ja, lat okkum tí standa saman
Og elska hvønn annan í dag.
Henda gáva er dýrabar,
lat meg liva við tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin