Lat meg siga frá og syngja nú um Jesus

Victor Danielsen
Orð og lag: Charles F. Weigle
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I would love to tell you

1. Lat meg siga frá og syngja nú um Jesus,
sum í bróst mítt hevur birt ein kærleiksbrand.
Hann meg frelsti og til fulnar lív mítt broytti,
og hann bant eitt áður ókent vinaband.

Niðurlag: Slíkan kærleika ei fyrr eg kendi,
og sum Jesus ongan vin eg fann.
Eingin annar kundi gjalda mínar syndir,
eingin hægri elska kann.

2. Alt mítt lív var fult av synd, tá Jesus fann meg,
og av sorg og pínu sál mín hart var nívd.
Jesus legði sínar sterku armar um meg
og meg leiddi á ta leið, har eg fekk lívd.

3. Hvørja løtu hann mær gevur nýggja vissu,
og hans orð eg skilji betur dag um dag.
Men eg skilji aldri fult, hví hann meg frelsti,
fyrr enn heima eg hans andlit havi sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin