Lat meg uppaftur hoyra fá

Philip Paul BlissVictor Danielsen
Orð og lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Lat meg uppaftur hoyra fá
undurfull lívsins orð!
Lat meg dýrd teirra meiri sjá,
undurfull lívsins orð!
Orð um fría náði,
bestu boð, eg fái.

Niðurlag:
Undurfull orð, frelsandi orð,
undurfull lívsins orð!
Undurfull orð, frelsandi orð,
undurfull lívsins orð!

2. Kristus gevur til hvønn ein mann
undurfull lívsins orð!
Lurta, vinur, nú talar hann
undurfull lívsins orð!
Alt so frítt hann gevur;
trúgv, og lív tú hevur!

3. Lat tað ljóða, Guds náðikall,
undurfull lívsins orð!
Bjóða frelsu til hvønn, ið fall,
undurfull lívsins orð!
Hvør vil kallið lýða,
taka frelsu fría?

FavoriteLoadingGoym tekstin