Lat meg vera

Orð og lag: Martin Joensen

So tú sigur, at tú veitst,
hvat best er fyri meg.
At tín peikifingur skal
vísa mær á rættan veg.

Lat meg vera, nem ikki við!
Eg havi sagt, eg bert vil hava frið!

Veitst tú ikki, at tín verð
kann aldri verða mín.
At tú ræðir meg, tá tú
vilt draga meg til tín.
Lat meg vera, nem ikki við,
eg havi sagt, eg bert vil hava frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin