Lat okkum fundin í Himlinum minnast

Orð: Peder Sørensen
Lag: Jean-Jacques Rousseau, Johann B. König
Týtt: Victor Danielsen

1. Lat okkum fundin í Himlinum minnast!
Kanska vit hittast ei foldini á;
men mangan betri tað verður at finnast,
har sum vit Harran í hásæti sjá.
Har skulu endurloyst vit allar ævir
tilbiðja hann og hans náði, og har
verður tann troystaður, hvíldur og glaður,
sum her við tárum hans vitnisburð bar.

2. Hittast í Himli! Má hjartað ei stillast,
tá hesin sannleiki fyllir tað heilt!
Latið tí huga vár longur ei villast,
latið nú sinni várt ei vera deilt!
Eygað mót dýrdini eigur at skoða,
sálin frá lutunum her vera loyst,
andin av himmalskum kærleika loga,
fundurin har uppi vera vár troyst.

FavoriteLoadingGoym tekstin