Lat okkum syngja, syngja um Lambið

Orð: Jens M. Giverholt
Lag: Carl Michael Bellman
Týtt: Victor Danielsen

1. Lat okkum syngja, syngja um Lambið!
Einasta rós hann hjá Guds børnum er,
songurin bæði á jørð og í Himli
er jú um hann, sum varð krossfestur her.

2. Lambið er dripið – áh, hvør ein Faðir,
sum slíkt eitt offur til syndarar gav!
Blindað vit gingu, av syndini byrðað;
Harrin gav sjón, lyfti byrðina av.

3. Lambið er dripið – áh, hvør ein náði!
Blóðið er runnið, og vit eru frí;
syndin er burtur, deyðin er vunnin,
heiløg sær Gud okkum Jesusi í.

4. Lat okkum syngja, syngja um Lambið!
Einasta rós hann hjá heiløgum er;
songurin bæði á jørð og í Himli
er jú um hann, sum varð krossfestur her.

FavoriteLoadingGoym tekstin