Lat okkum syngja um hitt dýra blóðið

Orð: Peder Tallaksen
Lag: Charles C. Converse
Týtt: Victor Danielsen

1. Lat okkum syngja um hitt dýra blóðið,
sum fleyt av Jesusi á Golgata!
Tað frelsti okkum, tá ei hjálp vit sóu,
og vendi suffið í halleluja.
Tað mangan arman ævigt ríkan gjørdi,
tað trælabundnar sálir fríar ger,
tað inn í ljós úr myrkri okkum førdi,
so vit nú Gudi kunna prísa her.

2. Fagnað í hinum elskaða vit eru,
æviga frelst ígjøgnum Jesu blóð,
syndin er burtur – Gud, tín dýrdin veri,
sum okkum náðaði, men Son tín sló!
Og nú í felagi við Harrans flokkum
vit sameint ferðast fram í ljósinum;
Jesu, Guds Sonar, blóð, sum frelsti okkum,
ger okkum rein frá øllum syndunum.

3. Friðarins Gud hin stóra seyðahirða
reisti av deyða gjøgnum sáttarblóð,
hann, sum so okkum falnu vildi virða,
at hann í deyðanum í vár stað stóð.
Leyvan av Juda sigur hevur vunnið,
og vit í trúnni sigra gjøgnum hann;
turka, Guds barn, tí tárini, sum runnu,
hygg upp á krossin, og tú takka kann!

4. Verdur tú ert, at tøkk vit tær fram bera,
tú sum vart dripin og við blóðinum
vanst okkum lív, so vit nú skulu vera
tær lík og síggja teg í Himlinum!
Hvør á teg trýr, hann er ein Harrans prestur,
ja, alt títt fólk til kongar gjørdi tú,
fremmand á foldum eru vit og gestir,
í Himli borgarar og húsfólk nú.

FavoriteLoadingGoym tekstin