Lat upp, so Dýrdarkongurin fær komið inn!

Flóvin Tyril
Orð og lag: Graham Kendrick
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Make way, make way

1. Lat upp, so Dýrdarkongurin
fær komið inn!
Lat dyrnar upp á víðan vegg
í sál og sinn!

Niðurlag: Lat upp! Lat upp!
Kongi konganna!
Lat upp! Lat upp!
Og fagna Kristusi.

2. Tey hjartabrotnu grøðir hann,
ger kúgað frí,
fær deyvum hoyrn og blindum sjón
og loysir stríð.

3. Øll tit, av byrðum eru tyngd
og sorgum nívd,
til hansara nú komið øll
og finnið lívd!

4. Tilbiðja hann vit vilja nú
sum Harra, Kong
og veita honum lov og prís
og takkarsong!