Lat upp fangi

Peter LeMarcRani Nolsøe
Orð: Peter LeMarc / Rani Nolsøe
Lag: Peter LeMarc

Lat upp fangi
tak meg at tær
mín hjartans saknur
okkum leingist so
tí hetta er ein av teim løtum
eg gevi tær

Og ein heystarmorgun
tú helst skal gloyma
skrivi eg eitt kærleiks bræv
tú aldri fær
tí ta vøkru morgunstund
vil eg ogna tær

Pulsurin bankar
hjartað slær
hesar sterku løtur
sum við og við
lata meg sleppa
at reika frítt
og altíð vilja sakna teg

Tá tú ert sovnað
sárbær still
hvíli eg mítt høvur
undir tíni lið
tí tað er nætur sum eg
vil ogna tær

Pulsurin bankar
hjartað slær
hesar sterku løtur
sum við og við
lata meg sleppa
at reika frítt
og altíð vilja sakna teg

Tá vit gerast gomul
og kanska gloymd
fært tú ta nærveru
eg ofta spardi uppá
tí tá eru løturnar har
eg ognaði tær

FavoriteLoadingGoym tekstin