Lat villar bylgjur bróta og brúsa lívsins hav

Orð og lag: Lewis E. Jones
Týtt: Petur William Háberg

1. Lat villar bylgjur bróta og brúsa lívsins hav!
Eg líti trygt á klettin, sum Gud til bjarging gav;
eg hugdi upp á Jesus og trúði á hans navn,
meg stilt og friðfult legði í Hirðans favn.

Niðurlag:
Mítt akker, tað er Jesus, tað aldri draga kann;
mítt akker, tað er Jesus, ei stormur sakar hann;
mítt akker, tað er Jesus, í honum frið eg fann;
mítt akker, tað skal halda í ævir.

2. Mót Satans óndu ráðum, eg veit, hann varðar meg,
og storm og villar bylgjur hann fær at leggja seg;
hann leiðir, og hann uggar, mær lívið ljóst hann ger,
so skjótt eg til hann treingi, hann hjá mær er.

3. Hann hjálpir mær úr trongdum, úr synd og neyð og sorg,
hann verjir meg mót vandum í síni tryggu borg;
í trúgv eg skoði heimá og síggi uppi har
ein favn, sum eymur opnar seg móti mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin