Latið sólina skína

Orð: Lev Oshanin
Lag: Arkadij Ostrovskiy
Týtt: Árni Dahl

1. Sólin hon sá, skýggini blá
– hetta er litmynd hjá dreingi.
Pennurin gekk, lív myndin fekk,
kátur hann skrivaði tá:

Latið sólina skína,
gævi himmalin var bláur,
mamma mín altíð hjá mær,
gævi eg týndist ei.

2. Vinur á ferð, vinur mín her,
frið ynskir mannaætt sameind,
frið ynskja øll í smáttu og høll,
friðarprát ljómar um vøll.

3. Hermaður skal lurta nú væl,
fólk óttast bumbubrest hvøllan,
eygu so væl í túsundatal
bønandi líta at tær.

4. Hungursband kvett, mannaætt mett,
gloymið ei børnini fittu,
bannað alt stríð, fræls, glað og frí
syngja vit sangin mót ský.

FavoriteLoadingGoym tekstin