Latum okkum syngja øll

Orð: Howard Kingsbury
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Latum okkum syngja øll:
Góður er Guð!
Jørð og himmal syngja hvøll:
Góður er Guð!
Á, høvdu øll frá synd sær vent,
um náði bøn mót Himli sent,
og sungið alt tey vóru ment:
Góður er Guð!

Niðurlag: Góður er Guð, góður er Guð,
syngið sangin vítt um verøld: Góður er Guð!

2. Kring heimin syngið hesi orð:
Góður er Guð!
Harrin oss reiðir náðiborð,
góður er Guð!
Vit gjøgnum blóðið gerast frí,
Andin teg salvar alla tíð,
sálin frøir seg her tí:
Góður er Guð!

3. Gerst her mangan myrkt og trongt,
góður er Guð!
Ikki er Hans hjarta stongt,
góður er Guð!
Meg einki ónt kann náa her,
í Hansar’ hondum sál mín er,
glað Honum henda lovsong ber:
Góður er Guð!

4. Hoyr, hvør fuglur syngja man:
Góður er Guð!
Í hvørji urt tú lesa kann:
Góður er Guð!
Keldan hin klára summardag,
havið hitt víða sannar tað,
alt syngur Guði sama lag:
Góður er Guð!

5. Móti mær órættvísum
góður er Guð!
Móti mær óverdigum
góður er Guð!
Longri enn hvør stjørna sær,
náði Guðs í Kristus’ bar;
kom, Hann vil miskunna tær,
góður er Guð!

6. Signað gleði tann vissa ber:
Góður er Guð!
Harrin nú vár Faðir er,
góður er Guð!
Kemur oss nær í Jesu Navn’,
tekur í neyð oss í Sín favn,
Hann vil oss leiða frelst í havn,
góður er Guð!