Eg legði alt á Jesus einaferð

Orð: Ellen H. Willis
Lag: Anna B. Warner
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg legði alt á Jesus einaferð,
mína synd og alt, meg tyngir her,
tá í trúgv á trænum eg hann sá,
sá, mín neyð so tung á honum lá;
:,: mær frá hjarta byrðin burtur svann,
frið eg fann. :,:

2. Eg leggi alt á Jesus; hann so milt
tekur burt alt beiskt, ger sinnið stilt;
og hans smíl kann gylla tár so mong,
oyðin hagi verður blómuong;
:,: leggi eg meg veikan við hans bróst,
alt er ljóst. :,:

3. Eg leggi alt á Jesus og kann tá
tryggur hvíla, hvat so henda má;
vónin hevur ankrað, funnið frið,
stilla, góða havn hans hjarta við;
:,: tað er himmalsk hvíld at vera har,
honum nær. :,:

4. Áh, troytta Guds barn, legg tó alt á hann,
sig tú honum alt, teg tyngja kann!
Í hans hondum hongur verðin øll,
burt sum støv hann blæsur oyggjar, fjøll;
:,: kanst tú siga tá, hann kennir ei
tína leið? :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin