Legg ikki í

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Skuldi tað gingið ein vika ella tvær
Tú meg í býnum á gøtuni ei sær
Legg ikki í legg ikki meira í tað
Havi helst tað mesta her á staðnum sæð
Tað er neyvan nakað nýtt
Undir sólini hvønn dag
So legg ikki í legg ikki meira í tað
Tíðin gongur hvør kann fylgja við
Skulu vit geva hvørjum øðrum frið
Øll hava altíð nokk í sjálvum sær
Tað er ikki persónligt tað er bara so
At lívið gongur og finnur sitt flog
Í øllum tí sum er og tí sum var

Skuldi tað gingið ein máni ella tveir
Vit koma ikki saman síggjast ikki meir
Legg ikki í legg ikki nakað í tað
Havi sagt tað mesta kanska meir enn nokk
Er onki nýtt at frætta tað sigst at vera gott
Legg ikki í nei legg ikki meira í tað
Eg mali um meg sjálvan á míni ferð
Og eri ein partur av tíni verð
Og kosmos er eitt stað í tær og mær
Vit blóma og følna til sína tíð
Saman við teimum vit leggja í
Hvør máni er so fjarur og so nær

Skuldi tað gingið eitt ár ella tvey
Eg ynskti tú spurdi hvat dagurin beyð
At tú leggur tú í leggur nakað í tað
Vit kunnu ikki trína dansin undir mold
Og livið er gávan vit eiga her á fold
At vit leggja nakað í hvønn annan í dag
Hvør roynir sum frægast at geva sær tíð
At hava eitt lív sum meining er í
Og løtan hon er altíð her og nú
So seta vit kós frá degnum í gjár
Ígjøgnum vikur mánaðir og ár
Undir somu stjørnum eg og tú

FavoriteLoadingGoym tekstin