Legg nú niður verðsligt sinni

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson

1. Legg nú niður verðsligt sinni,
búgv nú væl títt hjarta til,
lat ei eiga pláss har inni
tað, sum spilla av sær vil;
rudda út og ger tað bjart,
birt har ljós, sum fyrr var svart,
at so frítt har í kann verða,
so Guðs bílæt tú kanst bera.

2. Lat nú út úr hjarta streyma
alt, hvat Guði toknast ei,
so alt búgvið er at goyma
minning Guðs á tíni leið
gjøgnum hesa føstutíð,
minning um Guðs sonar stríð,
tá hann gav sítt blóð hitt reyða,
toldi krossins harða deyða.

3. Hann, sum hevði alt í ráði,
hann sá væl títt syndagjald;
arvasynd og deyðans váði
átti á tær yvirvald;
eingin kundi bjarga tær,
dømdur hvør ein maður var,
Guð aleina kundi ráða
ríki sítt tær aftur fáa.

4. Tí kom Krist í heimin henda,
teg hann vildi loysa út,
heim til ríki sítt tær venda,
hjálpa tær úr sorg og sút,
miklum ótta, eymd og neyð,
sum tær jarðarlívið beyð,
at tú krúnu kundi bera,
sum tær varðveitt mundi vera.

5. Tøkk, o, Jesus, tú gekst vegin,
deyðans veldi yvirvann,
at tú tola vildi fegin
alt, hvat tungt, ið hugsast kann,
so tú kundi beina mær
pláss í himninum hjá tær,
har sum bjartast ljós man lýsa,
har tær longdist mær at hýsa.

6. Tøkk, o, Harri, himnakongur,
fyri hvat, tú for meg vann,
ikki tarv eg óttast longur,
tú ert deyðans yvirmann;
hjálp mær, Jesus, hjálpi tú,
at mítt levnað verður nú
tær til æru, mær at gagni,
har til veiti tú mær magnið.

FavoriteLoadingGoym tekstin