Legg tína byrði á meg!, Jesus biður

Orð og lag: Marsha J. Stevens
Týtt: Hallgrim Miðberg

1. „Legg tína byrði á meg!“ Jesus biður.
„Eg skal teg leiða og hjálpa,“ hann sigur.
Mangan eg hoyrdi tey lívsælu orð.
Eg bað: „Harri Jesus, kom ver tú hjá mær,
eg vil hvíla hjá tær.“

Niðurlag: Hann biður teg:
„Kom nú til kelduna,
kom nú til mín.
Eg veit, at tú tystir,
her er vatnið til tín.
Eg sá tína støðu,
tá í myrkri tú var,
og eg vil, tú skalt minnast,
tína byrði eg bar.“

2. Góðsku so stóra eg aldri kann skilja,
tá ið Guds Sonur við Faðirsins vilja
kom her til jarðar til spott og til háð.
Hans kærleiki loysti meg syndini frá,
tá á krossin eg sá.

3. Jesus, eg gevi tær hjarta og sinni;
uttan teg veit eg, at einki eg vinni.
Frelsari, hjálpin er altíð mær nær.
Eg takki og prísi tær fyri títt svar,
eg vil vera hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin