Legg tú á dýpið eftir Jesu orði

Matthias JochumssonPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Matthias Jochumsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2003.

Legg tú á dýpið eftir Jesu orði,
og grem teg ei, um lítið berst á borðið,
og mong ein veiðiferð tær gjørdist vond.
Bert trúgv og treyst og dugur ei teg svíkur,
so gloym tó ei, at Harri tín er ríkur
og mild hans hond.

Legg út á dýpið, tá ið Kristus kallar,
teg darva læt ei holdsins girndir allar,
men gakk í fótasporum loysnarans,
og lat ei kross og kvalir tykkum skilja,
men kappast um at stunda á Guds vilja
við lýdni hans.

Legg út á dýpið, tú, ið enn ert ungur,
og óttast ei, um róður tín gerst tungur,
men set tær snimma hátt títt mál og mið.
Lat Guds orð vera ýti títt í stavni
og stýr tú síðan fram í Jesu navni
mót himna lið.

Legg út á dýpið, tú, sum troyttur lendir
í tungum róðri her við heimsins strendur.
Hav Jesus við á tíni ferð um borð,
tá slætna skal títt skeið á síðsta sinni,
tí sálarognir tær skal goyma inni
Guds halga orð.

Legg út á dýpið, o, tú sál mín móða,
á landið legg tú alt, ið tær man hóva,
tað svíkur teg, o, sí, tín fongur fórst.
Á dýpið út, tað kvøldar, Jesus kallar,
tí strika vil nú syndir tínar allar
Guds mikla ást.

FavoriteLoadingGoym tekstin