Legg út á dýpið eftir Harrans orðum

Orð: Matthías Jochumsson
Týtt: Jákup Dahl

1. Legg út á dýpið eftir Harrans orðum
og stúr tú ei, hann valdar tínum korum,
um ómaksferð tú fert so manga stund;
um trúgv og dáð og dugur teg ei svíkur,
er Harri lívs tíns enn sum áður ríkur,
og mild hans lund.

2. Legg út á dýpið, tá ið Jesus kallar,
legg frá tær holdsins girnd og lystir allar
og feta beint í fótspor frelsarans;
og lat ei kross, ei kvalir tykkum skilja,
men stunda tú at fremja Guðs tíns vilja
í lýdni hans.

3. Legg út á dýpið, tú ið enn ert ungur
og óttast ei, tó streymur lívs er tungur,
men set tær snimma hátt títt mál og mið;
hav Guðs orð tær til leiðarstein í stavni,
og stýr tú síðan beint í Jesu navni
á himins lið.

4. Legg út á dýpið, tú sum troyttur lendir
av tunga róðri heimsins – Guð teg sendir -,
o, hav nú Jesus hjá tær innan borðs;
tá fert tú góða ferð á síðsta sinni,
og sálarfrið tá skalt tú eiga inni
Guðs ríka orðs.

5. Legg út á dýpið, og tú sál mín eyma,
legg eftir teir ónyttuligu dreymar,
teir sviku teg, tín alvi brast, tað sást.
Á dýpið út, tað kvøldar, Jesus kallar,
tí kvitta vil nú syndir tínar allar
Guðs dýra ást.

FavoriteLoadingGoym tekstin