Leið, bjarta ljós, ígjøgnum myrkrið her

Victor Danielsen
Orð: John H. Newman
Lag: Charles Henry Purday, John B. Dykes
Týtt: Victor Danielsen

1. Leið, bjarta ljós, ígjøgnum myrkrið her,
leið tú meg fram!
Náttin er long, og langt til heimið er;
leið tú meg fram!
Varða mín fót! Ei síggja krevji eg,
eitt stig í senn er nóg nógv fyri meg.

2. Ei var tað altíð so, ei segði eg:
Leið tú meg fram!
Eg stýrdi tá, men nú eg biði teg:
Leið tú meg fram!
Og er so gøtan brøtt, og renna tár –
nú leiðir tú, gloymd eru farin ár!

3. Tú, sum so stórliga meg signaði,
tú leiðir fram;
til eingin vandi longur hóttir meg,
tú leiðir fram.
Og á tí morgni skal eg skoða tað,
sum veikt í trúnni her eg havi sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin