Leið meg, áh, Gud! Tú hjálparleysan sært meg

Fanny CrosbyVictor Danielsen
Orð: Fanny Crosby
Lag: Hupert P. Main
Týtt: Victor Danielsen

1. Leið meg, áh, Gud! Tú hjálparleysan sært meg,
eg aldri beint kann ganga uttan teg;
leið meg, áh, Gud! Tí tá eg eri tryggur,
á tínum vegi einki sakar meg.

2. Leið meg, áh, Gud, og drag meg nærri til tín,
til tín, mín kraft, mín borg, mín hvíld, mítt alt!
Leið meg, áh, Gud, lat meg ei burtur villast,
statt tú mær nær sum altíð, tá tað galt!

3. Leið meg, áh, Gud! So skjótt meg myrkrið villir,
um ei títt andlit lýsir á mín veg;
men tá í trúgv tess strálur greitt eg síggi,
áh, hvør ein hvíld og gleði fyllir meg!

4. So tryggur eri eg, inntil tú kemur
og tekur heim tín dýrakeypta flokk,
ja, tryggur, inntil stríðsins tíð er liðin,
og inntil tá tín náði er mær nokk!

FavoriteLoadingGoym tekstin