Leið meg einaferð enn út á dekkið

Alt hann átti á fold var ein koyggja,
og hann kendi seg heima umborð,
hann var gamal og lá til at doyggja,
men hann teskar tó enn hesi orð.

Leið meg einaferð enn út á dekkið,
lat meg ganga ta seinastu vakt.
Lat meg stýra tað seinasta strekkið,
áðrenn skipið til kei hevur lagt.

Hetta far varð mítt heim gjøgnum lívið,
og tað bar meg í suður og norð,
nú til hvíldar eg ruraður blívi
mína seinastu frívakt umborð.

Tá mín dekksvakt er komin at enda
og mítt tørn til at stýra er av,
vil eg ongantíð heim aftur venda
til tað stóra og brúsandi hav.

FavoriteLoadingGoym tekstin