Leið meg heim til frelsuklettin

Orð og lag: Lewis Hartsough
Týtt: Richard Danielsen

1. Leið meg heim til frelsuklettin!
Ei eg líta kann á meg;
á tí kletti kann eg hvíla,
skýli fyri meg og teg.

Niðurlag: Á tí kletti kann hon byggja,
sál mín, frelst og frí og glað;
undir honum kann eg liggja,
har er stormfrítt hvíldarstað.

2. Undir hesum gamla kletti
er eitt gott og tryggjað stað;
uttanfyri ýlir ódnin,
undir klettinum er læ.

3. Hesin klettur er mín frelsa,
náðistreymurin har rann;
har eg drakk av lívsins keldu,
har eg frið við Harran fann.

4. Jesus, tú mín frelsuklettur,
eg vil syngja til títt prís,
til eg einaferð í Himli
syngja skal á betri vís!

FavoriteLoadingGoym tekstin