Leið meg tryggan heim, Faðir

Orð og lag: Will L. Thompson
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Leið meg tryggan heim, Faðir,
leið meg tryggan heim,
lívsins stríð skjótt endar,
ei vandar verða fleir.
Syndin tá ei freistar,
ei eg snávi meir,
styðja tú og ber meg, Faðir,
leið meg tryggan heim.

Niðurlag:
Leið meg tryggan heim, Faðir,
leið meg tryggan heim, Faðir.
lat meg ei á vegnum falla,
leið meg tryggan heim.

2. Leið meg tryggan heim, Faðir,
leið meg tryggan heim,
gjøgnum lívsins stormar,
tá myrkrið tættast er,
varða mínar føtur,
nær hjá mær tú ver,
lat meg ei á vegnum falla,
leið meg tryggan heim.

3. Leið meg tryggan heim, Faðir,
leið meg tryggan heim,
gjøgnum royndartímar,
tá freistarin er nær,
ver tú tá mítt skýli,
halt mær tætt hjá tær,
uttan teg ei fram eg komi,
leið meg tryggan heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin