Leið mín ber mót dýrdarstaðnum

Orð og lag: Jack og Elsie Osborn og James C. Miller
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Where the roses never fade

1. Leið mín ber mót dýrdarstaðnum,
gullløgd har er gøtan breið,
lívsins træ har ævigt blómar,
har, ið rósur følna ei.

Niðurlag: Her bert stutta tíð tær blóma –
standa fagrar bert eitt skeið,
men eg fari til tann staðin,
har, ið rósur følna ei.

2. Mangar snerrur Satan leggur,
skeivt vár fótur mangan steig,
men ei nøkur freisting verður
har, ið rósur følna ei.

3. Kær, sum heim til Jesus fóru,
tey, sum gingu trúarleið,
hvítskrýdd bíða mær har heima,
har, ið rósur følna ei.