Leiddur fór Símeon gamli av Heilagum Anda

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 15. januar 2009.

Leiddur fór Símeon gamli av Heilagum Anda
niðan í halgidóm Harrans ein dagin at standa
lítandi á,
at hann nú skjótt skuldi sjá
barnið, oss frelsti úr vanda.

Andin tað segði, at deyðan hann ei skuldi síggja,
fyrr enn hin salvaði Harrans varð borin til bíggjar,
stund tá upp rann,
Símeon Gudsbarnið fann.
Tað í hans føvning varð flýggjað.

Takkandi Harranum Símeon straks mundi svara:
“Lat nú í friði tín tænara hiðani fara!
tí at í dag
frelsuna eg havi sæð.”
– Lýdni hann okkum kann læra!

Styrktur í trúnni fór Símeon heim á tí degi,
boða um salvaða Harrans hann vildi við gleði.
Lýðin meg lær,
so at eg tæna kann tær.
Gud, gev mær treysti og megi.

Líka frá barnsbeini Harran í trúnni vit skoða,
alt hansar frelsarverk verður oss dagliga boðað.
Lítið á hann!
Aldri hann sveik nakran mann.
– Eitt sinn skal lívssólin roða!

FavoriteLoadingGoym tekstin