Leiðin liggur gjøgnum heimsins lond

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. Leiðin liggur gjøgnum heimsins lond,
kósin sett er móti Zions strond.
Tá ið bjargað varð várt dømda far,
ferðin byrjað varð.

Niðurlag:
Vit halda beina kós
ígjøgnum myrkur, ljós,
skjótt skal skútan leggja inn í trygga havn.
Við róðrið stendur ein,
sum kennir vegin heim.
Prísa Gudi, land er fyri stavn.

2. Herjar stormurin á borð og bógv,
fær enn skútan mangan brotasjógv,
trygg hon snýr sær fram við sker og flúr,
hvørjum vanda úr.

3. Skjótt ei segl og kumpass nýtast meir,
ódnirnar tá ikki vera fleir.
Snotilig ein morgun skútan sæl
akker kasta skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin