Leiðist tær við heimsins gykl og glitur

Orð: Bob Benson og Phil Johnson
Týtt: Flóvin Tyril

1. Leiðist tær við heimsins gykl og glitur,
við at reika uttan mál og mið?
Tak og savna lívsins brostnu dreymar
og legg teir allar Jesu føtur við.

Niðurlag: Ber bert alt, ber bert alt,
ber bert alt til Jesus –
brostnar dreymar, hjartasorg og syndrað mál,
ber bert alt, ber bert alt,
ber bert alt til Jesus –
og gleði hans skal fylla tína sál.

2. Ikki sagt hann hevur, skýleyst skal vera,
at einki æl skal skugga fyri sól,
men hann lovar hjartað fylt við songi
og fyri tár og líðing troyst og skjól.

FavoriteLoadingGoym tekstin