Leikvøllurin

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Á Sevmýri fótbóltsvøggan stóð,
kveiktist í Føroyum mikil glóð,
frambrot og roysnisbrøgd,
her nýggja fótbóltsleiðin løgd.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

Á Eiðinum menn teir stremba fram,
í vestanbrimi sveittin rann,
í dystum – sigrar nátt,
djarvir vístu megi og mátt.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

Í Djúpumýru hart gekk á,
í miklum stríði sigrar sá,
í bláum búnað stinnir menn,
í dystum vilja vinna enn.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

Í Gundadali havnarmenn,
her frægir kappar stríðast enn,
svart hvítt – reytt og svart,
her steyparøðin glógvar bjart.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

Í Sarpugerði fótbóltsjørn,
í Fløtugerði hvirlukvørn.
Við Løkin og Svangaskarð,
í miklum dystum stríðast har.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

Fjøldin streymar inn í Dal,
at stuðla sínum liðið væl,
oyggjalið og fólkið har,
á vølli ofta sigrar sær.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

Við sandin niðri á Oyrini,
her menskir menn teir vísa veg.
Í vesturskini lið um lið,
sveiggja saman stev og stig.

Kappingar um landið alt,
í røttum anda tað var spælt,
um fjøll og dalar róp so hvøll,
ein fagnarrómur fylti vøll.

FavoriteLoadingGoym tekstin