Eg so leingi í myrkrinum viltist

Týtt: Victor Danielsen

1. Eg so leingi í myrkrinum viltist,
og hvør dagur var dapur sum nátt;
men eitt undurfult ljós upp er runnið,
og tað stígur hvønn dag meiri hátt.

Niðurlag:
Runnið upp er eitt ljós fyri mær,
og um kámt enn mítt eyga tað sær,
er tó land fyri stavn,
og úr ævigu havn
klárnar ljósið hvønn dag fyri mær.

2. Ár í freisting um bak eru farin,
syndagleðin er tóm mær í dag;
Jesu hond meg mót ljósinum leiðir,
sum so undurfult eg havi sæð.

3. Tá ið ferðin er endað, og svunnin
er hvør sorg, sum her hjarta mítt bar,
skal eg ljósið so undurfult skoða
við teim vinum, sum bíða mær har.

FavoriteLoadingGoym tekstin