Leingi slongdist mín bátur um villini hav

Orð og lag: Lelia N. Morris
Týtt: Victor Danielsen

1. Leingi slongdist mín bátur um villini hav,
eg til síðst fann hjá Jesusi havn;
hann talaði til mín og friðin mær gav,
eg til síðst fann hjá Jesusi havn.

Niðurlag:
Til síðst, til síðst!
Allur ivi er farin og endað alt stríð;
og hin byrði, eg bar, hon er burtur nú, tí
eg til síðst fann hjá Jesusi havn.

2. Við hin æviga klettin nú trygt liggi eg,
eg til síðst fann hjá Jesusi havn;
tó at bylgjurnar ýlandi bróta kring meg,
eg til síðst fann hjá Jesusi havn.

3. Ivi svann fyri trúgv, og hitt myrka varð ljóst,
eg til síðst fann hjá Jesusi havn;
og ein grundfastur friður nú fyllir mítt bróst.
Eg til síðst fann hjá Jesusi havn.

4. Størri verður mín friður hvønn dagin, sum fer;
eg til síðst fann hjá Jesusi havn;
tað er trúgvin, bert trúgvin, sum sælan meg ger;
eg til síðst fann hjá Jesusi havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin